Malmø, Svøríki (Portalurin) Fyri fyrstuferð er Kristoffer Ødemarksbakken, ið skrivaði undir sáttmála við KÍ 3. juli, við frá byrjan. Eisini er Odmar Færø nú 100% klárur og við frá byrjan.
Patrick og Børge eru farnir á bonkin, í mun til seinasta dyst tá teir vóru á ávikavist vinstra bakki og miðverjuni.
Harafturat er Claes Kronberg farin á vongbakkin í vinstru síðu.
KÍ stillar upp somu leikskipan sum KÍ brúkti í 1. umfari í Champions League.
KÍ (3-4-3/5-4-1)
Mark Jensen (MM) - Alexanander Berntsson, Cédric Yambéré, Odmar Færø - Jóannes Kalsø Danielsen, Albert Ejupi, René Shaki Joensen, Claes Kronberg - Kristoffer Ødemarksbakken, Páll A. Klettskarð (L) og Árni Frederiksberg.
Á bonkinum hjá KÍ eru hesir
Ari Petersen (MM), Patrick Da Silva, Deni Pavlovic, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur Petersen, Heini Vatnsdal, Joseph Michael Williams og Ahmed Latif.
Champions League 2. umfar, fyrri dystur
Eleda leikvøllurin, týsdagin 23.07
18.00: Malmö FF - KÍ
Stroyming: tv.ki.fo
Portalurin hevur fólk á staðnum í Svøríki, og vit hava ymiskt tilfar undir og eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald