Fótbóltur

Malmö FF - KÍ: Væntandi verður útselt

Tað eru seld 17.045 atgongumerkir í skrivandi løtu, og ikki kemur tað óvart á starvsfólk í Malmö FF, um tað verður útselt.

Áskoðarafjøldin í 'Bláa Skýlinum' við Djúpumýru til fyrra dystin móti FC Differdange. Tá vóru umleið 1000 fólk - í Malmö vera upp ímóti 20.000 áskoðarar (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarafjøldin í 'Bláa Skýlinum' við Djúpumýru til fyrra dystin móti FC Differdange. Tá vóru umleið 1000 fólk - í Malmö vera upp ímóti 20.000 áskoðarar (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-21 23:15 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ ferðalagið er í kvøld komið fram í Malmø og spenningurin í KÍ leguni merkist.

Ikki óvæntað, um tað verður útselt
Malmö FF upplýsir, at áskoðarametið er 24.148 og var tað í gulldystinum móti Mjällby AIF í november 2010. Í dag eru loyvini sett til 22.500 áskoðarar til heimligar kappingar og 20.500 áskoðarar til UEFA dystir.

Tað eru seld 17.045 atgongumerkir í skrivandi løtu. Sostatt resta umleið 3.450 atgongumerki í - so er útselt.

Portalurin er til staðar í Malmø og hevur havt leypandi samskifti við fyrisitingina í Malmö FF í dag. Eitt starvsfólk sigur okkum, at tað er ikki óhugsandi at tað verður útselt. Tað er ikki heilt óvanligt, at 2.000-3.000 atgongumerki verða seld á dystardegnum. Stundum fleiri enn so, tá talan er um UEFA dystir.

Skráin í morgin
Í morgin byrja sjálvar dystarvenjingarnar. Eisini hava liðini hvør sín tíðindafund. Venjingin hjá Malmö FF byrjar kl. 11 lokala tíð. Tíðindafundurin hjá Malmö FF er klokkan 13.

KÍ hevur tíðindafund á Eleda Stadion kl. 18:15 og byrjar venjingin hjá føroyameistarunum kl. 19. 


Dysturin móti Malmö FF verður týskvøldið kl. 18, og hann sæst í KÍ-varpinum.

Portalurin er til staðar í Malmø og næstu dagarnar verður ymiskt tilfar at síggja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder