Tríggir dystir vóru seinnapartin leiktir í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Stóri spenningurin var í Sarpugerði, har odda og grannauppgerð var, tá NSÍ var á vitjan hjá Víkingi.
Víkingur var á odda 2-0 í hálvleikinum, men so vendi alt. NSÍ vann dystin 3-2.
Argjamenn tryggjaðu sær øll trý stigini á Skála í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, meðan TB tryggjaði sær trý stig við 2-0 sigri móti EB/Streymi.
Úrslitini í dag:
Víkingur - NSÍ (2-3)
7’ Sølvi Vatnhamar 1-0
35’ Sølvi Vatnhamar 2-0
47’ Peder Nersveen 2-1
77’ Klæmint A. Olsen 2-2
90’ Búi Egilsson 2-3
Skála - AB (0-1)
90’ Filip í Liða 0-1
EB/Streymur - TB (0-2)
15’ Ndende Adama Guéye 0-1
68’ John Villi Leo 0-2
Í morgin
HB - B36 (18:00)
ÍF - KÍ (19:00)
Støðan í Betrildeildini:
1. NSÍ (35 stig) 15 dystir
2. Víkingur (35 stig) 17 dystir
3. B36 (34 stig) 15 dystir
4. HB (33 stig) 16 dystir
5. KÍ (32 stig) 14 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald