
Fult umfar skuldi vera í 25. umfari, men orsakað av nógva vindinum í Sarpugerði varð dysturin millum Vìkingur og KÍ har av ongum.
Les meira: Víkingur og KÍ spæla týsdagin klokkan 17
Í teimum dystunum ið vórðu leiktir komu yvir fimm mál í miðal.
Á Skála gjørdu serliga ein ungur maður um seg í stórsigirnum hjá heimaliðnum, NSÍ vann fult uppiborið í Gundadali móti steypavinnarunum, í Fuglafirði raplaðu málini inn, og B36 vann trygt á Eiði og legði seg á odda í Betrideildini - serliga takkað hattricki av Hugini Samuelsen.
Betrideildin, 25. umfar
5. oktober
Skála - TB 5-1 (3-0)
28' Andreas Egeberg Jacobsen 1-0
32' Andreas Egeberg Jacobsen 2-0
37' Aksel Bjartalíð Danielsen 3-0
58' Ronni Møller-Iversen 4-0
78' Andreas Egeberg Jacobsen 5-0
83' Poul Ingason 5-1
HB - NSÍ 0-2 (0-1)
2' Petur Knudsen 0-1
49' Pól Jóhannus Justinussen 0-2
Myndir: HB - NSÍ
ÍF - AB 4-6 (0-4)
12' Tóki á Lofti 0-1
17' Tóki á Lofti 0-2
34' Lukas Grenaa Giessing 0-3
43' Filip í Liða 0-4
59' Bjarki Nielsen 0-5
74' Høgni Madsen 1-5
76' Andy Olsen (br.) 2-5
82' Ari Ellingsgaard 3-5
89' Heri Hjalt Mohr 3-6
94' Andy Olsen (br.) 4-6
EB/Streymur - B36 0-4 (0-2)
3' Hugin Samuelsen 0-1
29' Hugin Samuelsen 0-2
58' Hugin Samuelsen 0-3
84' Jónas Tór Næs 0-4
Víkingur - KÍ (Útsettur til týsdagin vegna veður )
Støðan í Betri deildini:
1. B36 (60 stig)
2. KÍ (57 stig)*
3. NSÍ (54 stig)
4. Víkingur (48 stig) *
5. HB (45 stig)
6. Skála (31 stig)
7. TB (19 stig)
8. EB/Streymur (18 stig)
9. AB (18 stig)
10. ÍF (6 stig)
* Ein dyst færri
Meira seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald