Fótbóltur

Málveitsla á Anfield

Salzburg trýsti meistararnar væl, men Liverpool hálaði sigurin heim. Á Camp Nou vendi Barcelona 0-1 til 2-1 móti Inter.

Salah skeyt tvey mál fyri Liverpool í kvøld (mynd: EPA)

Salah skeyt tvey mál fyri Liverpool í kvøld (mynd: EPA)

2019-10-02 22:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir vóru spældir í øðrum umfarið av Champions League bólkaspælinum í kvøld.

Á Anfield var Liverpool stórfavorittur, tá Salzburg var á vitjan. Og hóast Liverpool var á odda 3-0 eitt skifti í fyrra hálvleiki, so kom veruligur spenningur í, í seinna hálvleiki.

Longu eftir níggju minuttir legði Sadio Mané Liverpool á odda. Tá 25 minuttir vóru leiktir økti Andrew Robertson  til 2-0, og tíggju minuttir seinni var tað Mohamed Salah, ið skoraði til 3-0. Salzburg minkaði um munin tá seks minuttir restaðu í avfyrra hálvleiki við málið frá Hwan Hee-Chan.

Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom øgiligur spenningur í dystin. Fyrst minkaði Takuni Minamino um munin, og fýra minuttir seinni javnaði norðmaðurin Erling Braut Håland 3-3. Håland er byrjaður væl í Champions League. Norðmaðurin skeyt nevniliga trý mál í fyrsta umfarinum.

Men Liverpool megnaði at svara aftur, og leggja seg á odda  4-3 tá 69 minuttir vóru spældir, tá Salah enn einaferð skoraði. 4-3 bleiv eisini endaliga úrsliti í einum sera undirhaldandi dysti á Anfield.

Á Camp Nou tók Barcelona ímóti Inter. Inter hevur fingið eina góða byrjan uppá hetta kappingarárið, og hevði undan uppgerðini í kvøld ikki tapt nakran dyst. Og italska liðið byrjaði eisini væl í kvøld. Inter spældi ein góðan fyrra hálvleik og var eisini á odda 0-1 í steðginum, við málið frá Lautaro Martinez.

Men Barcelona við Luis Suarez á odda megnaði at venda gongdini í seinna hálvleiki. Tá trettan minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki javnaði Luis Suarez fyri Barcelona við sera flottum fluktara. Og tá Seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var hann aftur á blettinum og legði Barcelona á odda 2-1, aftaná flott upplegg frá Messi.

Chelsea var í kvøld á vitjan hjá Lille í Fraklandi. Chelsea var undan dystinum kroyst, eftir at liðið hjá Lampard tapti ímóti Valencia á heimavølli í fyrsta umfarinum. Hálvleiksstøðan var 1-1, har Tammy Abraham fyri Chelsea og Victor Osimhen fyri Lille skutu málini.

Men Chelsea megnaði at vinna ein sera týðandi sigur. Tóv minuttir fyri tíð, skoraði Willian til 1-2, sum eisini var endaliga úrsliti.

 

Úrslitini í kvøld

Genk – Napoli 0-0

Slavia Prag – Dortmund 0-2

FC Barcelona – Inter 2-1

Lille – Chelsea 1-2

Liverpool – Salzburg 4-3

RB leipzig – Lyon 0-2

Valencia – Ajax 0-3

Zenit – Benfica 3-1

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder