Fótbóltur

Málverjin bjargaði Häcken í Klaksvík

Hetta er niðurstøðan hjá svenskum miðlum og eisini VG. Kenslan í Klaksvík var eisini, at heimaliðið avgjørt kundi og kanska átti at vunnið.

Peter Abrahamson bjargar skotroynd frá Claes Kronberg - royndi svenski málverjin fekk fingraspíssarnar á fyrra stóra møguleikan hjá roynda dananum (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Abrahamson bjargar skotroynd frá Claes Kronberg - royndi svenski málverjin fekk fingraspíssarnar á fyrra stóra møguleikan hjá roynda dananum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-27 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Peter Abrahamsson. Soleiðis eigur Häcken-hetjan eftir fyrra dystin móti KÍ í øðrum umfari í Champions League.

Talan er ikki um álopskendan spælara, sum skoraði við Djúpumýrar. Talan er um aftasta skansan hjá svensku meistarunum. Royndi svenski málverjin hevði nakrar stórbjargingar í seinna hálvleiki - serliga royndirnar frá Claes Kronberg og Luc Kassi - og syrgdi harvið fyri at liðið ikki tapti.

[object Object]Í 73. minutti varð Claes Kronberg sendur væl avstað. Vongurin tók bóltin flott við sær, gjørdist púra fríur, men Peter Abrahamsson bjargaði (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var ein niðurstøða, ið kundi gerast útfrá dystinum í Klaksvík, og hana hava fleiri útlendskir miðlar. Millum annað stóra svenska Aftonbladet, ið hevur langa grein við dystarfrágreiðing, Göteborg-Posten, sum hevði fólk á staðnum, og so til dømis eisini norska VG, sum orsakað av teimum mongu norsku virkandi hevur serstøk áhugamál. Vinnarin av hesari uppgerðini skal møguliga spæla móti norska Molde, og VG skrivar, at talan verður um spennandi seinna dyst í Svøríki í næstu viku millum føroysku og svensku meistararnar.

Fyri at lesa nærri á útlendsku miðlarnir ber til at trýsta á leinkjurnar omanfyri - tað meira reydliga.

Aftonbladet skrivar millum annað, at Häcken hevði tvey kolldømd mál vegna rangstøðu, og at liðið annars spældi seint og skapti heilt lítið í álopskenda spælinum. KÍ var meira vandamikið í vøkru umstøðunum, og Abrahamsson í málinum varð noyddur at stórbjarga fyri at støðga eyðmýkingini, er staðfestingin.

Nakað líknandi var hjá meira lokala Göteborg-Posten, ið tó ikki var líka "avgjørt" í hesum samanhanginum. Expressen ger ikki so nógv burturúr, men í norðurlendskum miðlum tykist tað vera rímiliga greitt, at svensku meistararnir kunnu ikki vera ónøgdir við 0-0 í Klaksvík eftir dystarmyndini.

BK Häcken er tó á pappírinum greiður favorittur at fara víðari. Seinni dysturin verður spældur í Svøríki mikukvøldið.

Les eisini: 
Champions League 2. umfar, fyrri dysturin
Mikudagin 26.07, við Djúpumýrar
KÍ - BK Häcken 0-0

Sí eisini: 
Myndir: KÍ - Häcken
Enn eitt stórt evropeiskt úrslit hjá KÍ

Video:
Jóannes Kalsø Danielsen: Sita við kensluni av at vit burdu vunnið
Odmar Færø: - Góðir vanar umráðandi fyri at koma langt í Evropa
Magne Hoseth: Noyðast at skora uppá slíkar møguleikar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder