Føroyrar høvdu leingi heldur ilt við at skora í fyrra hálvleiki. Tà 17 minuttir vóru leiktir, hevði heimaliðið bara fimm mál, meðan kekkar høvdu átta. Tað var serliga orsakað av roynda Martin Galia, ið fekk fatur á nógvum føroyskum skotum - eins og Thomas Mrvka gjørdi í dystinum millum liðini í farna mánaði.
Leingi stóð 42-ára gamli málverjin við meira enn 50 prosentum, og tað sá út til at Kekkia fór til hálvleiks við einari heldur stórari leiðslu. Men so kom hol á, serliga tí føroyingarnir gjørdu skjótt av, og vóru tryggari tá teir loysti kanónina av. Nicholas Satchwell kom inn í málið og hevði eina bjarging, og seinastu minuttirnar av 1. hálvleiki minkaði heimaliðið frá 8-12 niður í 11-12.
Harvið er alt opið undan seinna hálvleiki í EM-undankappingardystinum í Høllini á Hálsi.
Filip Jojic hevur verið tryggur uppá øll síni trý brotskøst, Elias á Skipagøtu hevur í løtum veruliga víst síni evni sum spælskipari og skjúttu, og verjan hevur til tíðar havt heilt gott tak á.
Sjúrður Olsen og Filip Jojic hava skorað trý mál hvør (Mynd: Sverri Egholm)
Elias á Skipagøtu hevur verið nógv inni og stríðst ímóti stóru kekkunum mitt fyri (Mynd: Sverri Egholm)
Undankapping til EM-endaspælið 2022
30.04, Høllin á Hálsi
Føroyar - Kekkia (11-12)
Dystargongdin
5. min: 2-1
10. min: 3-3
15. min: 4-6
20. min: 6-9
25. min: 8-10
Málskjúttar hjá Føroyum
Sjúrður Olsen 3
Filip Jojic 3 (3)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Peter Krogh 2
Pætur Mikkjalson 1
Bjargingar:
Tórður Skorheim Guttesen 1
Nicholas Satchwell 1
Flest upplegg: Elias á Skipagøtu (4)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald