Fótbóltur

Manchester City og Real Madrid spældu seg víðari uttan trupulleikar

Tey vunnu ávíkavist 4-0 og 4-1 samanlagt og eru harvið til reiðar til fjórðingsfinalurnar í Champions League.

Kevin De Bruyne skoraði fyrra málið fyri City - Real Madrid vann eisini við tveimum málum (Mynd: EPA)

Kevin De Bruyne skoraði fyrra málið fyri City - Real Madrid vann eisini við tveimum málum (Mynd: EPA)

2021-03-17 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði høvdu vunnið á útivølli í fyrra dystinum - hjá City var tað bara á pappírinum av álvara á útivølli, tí dysturin varð leiktur í Ungarn og ikki Týsklandi - og tískil lá tað av álvara í luftuni at liðini hjá Guardiola og Zidane fóru at spæla seg víðari í gjárkvøldið.

Manchester City og Borussia Mönchengladbach spældu aftur á Puskas Arena orsakað av koronureglugerðini í Týsklandi. Kevin De Bruyne legði City á odda í 14. minutti, og fýra minuttir seinni økti Ilkay Gündogan til 2-0, ið fyrri dysturin eisini endaði við. So var so gott sum 100 prosent avgjørt, og einki mál kom afturat í dystinum. Harvið heldur jagstranin hjá Guardiola og City eftir steypinum við stóru oyrunum fram.

Tað er Real Madrid, ið hevur lyft tað oftast, og møguleikin at fáa fatur á tí fyri fyrstu ferð síðani 2018 er framvegis á lívi hjá Zidane og hansara monnum. Hetta er greitt, eftir 3-1 sigurin á Atalanta í spanska høvuðsstaðnum í gjár - fyrri dysturin endaði 1-0 til Real. Karim Benzema legði heimaliðið á odda, og tá Sergio Ramos økti við brotssparki, tá ein tími var leiktur, var so at siga allur ivi burtur. Liðini fingu eitt mál hvør í seinasta minuttunum. 

Í seinastu viku spældu Dortmund, Porto, PSG og Liverpool seg víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Í kvøld hittast Lazio og Bayern, og Chelsea tekur ímóti Atletico Madrid í seinastu átttandapartsfinalunum

Champions League áttandapartsfinalur
Í gjár - 16.03

Manchester City - Borussia Mönchengladbach 2-0 (4-0 samanlagt)
Real Madrid - Atalanta 3-1 (4-1 samanlagt)

Í kvøld - 17.03

20.00: Bayern Munchen - Lazio (4-1)
           Chelsea - Atletico Madrid (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder