Jólini nærkast, og harvið gerst dystarskráin í Premier League tættari og tættari. Miðvikuumfar er, og tað fer í gongd í kvøld, har tveir dystir eru á skránni:
Premier League, 15. umfar:
19.30: Crystal Palace - Bournemouth
20.15: Burnley - Manchester City
Støðan:
1. Liverpool (40 stig)
2. Leicester (32 stig)
3. Manchester City (29 stig)
4. Chelsea (26 stig)
5. Tottenham (20 stig)
6. Wolves (20 stig)
7. Sheffield United (19 stig)
8. Arsenal (19 stig)
9. Manchester United (18 stig)
10. Burnley (18 stig)
11. Crystal Palace (18 stig)
12. Bournemouth (16 stig)
13. West Ham (16 stig)
14. Newcastle (16 stig)
15. Aston Villa (15 stig)
16. Brighton (15 stig)
17. Everton (14 stig)
18. Southampton (12 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig)
Leygardagin var Manchester City tvær ferðir á odda í Newcaslte, men tað eydnaðist ikki at fáa trý stig við heim. Tá so Liverpool løtu seinni vann á Brighton, varð munurin millum liðini ið stríddust um meistarheitið alt seinasta kappingarár 11 stig. Harvið skal City vinna í Burnley í kvøld.
Fótbóltur
Manchester City skal reisa seg
Liðið hjá Guardiola hevur møguleikan at nærkast Liverpool í kvøld.
Trýstið á Pep og hansara lið økist, sum munurin til Liverpool økist (Mynd: EPA)
2019-12-03 19:02
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald