Fótbóltur

Manchester feløgini fingu hálað trý stig í hús

Paul Pogba avgjørdi aftur fyri United og sendi aftur liðið upp á 1. pláss. City fekk tvey mál seint í undirhaldandi dystinum móti Aston Villa. Í kvøld skal Liverpool royna at fáa fatur á trimum stigum.

Paul Pogba stóð aftur fyri einari perlu í 2-1 sigrinum hjá United á Fulham í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Paul Pogba stóð aftur fyri einari perlu í 2-1 sigrinum hjá United á Fulham í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-01-21 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøldið. Bæði Manchester feløgini vóru í eldinum, og tey fingu fult, hóast tað stóð á.

Tað var málleyst leingi, men tó undirhaldandi, á Etihad leikvøllinum. Heimaliðið hevði fleiri stórar málmøguleikar, men Aston Villa bjóðaði sanniliga eisini av. Tað var ferðmikið og spennandi, men fyrra málið kom ikki fyrrenn 77 minuttir vóru leiktir. Tyrone Mings royndi at temja bóltin við bringuni, men hann sprakk nakað frá stóra miðverjanum. So var Rodri til reiðar, fekk tamarhald á bóltinum, Bernardo Silva kom við, legði bóltin til rættis og staddur á brotsteigarmarkinum sendi portugisin bóltin í longra málhornið. Venjarin hjá Aston Villa, Dean Smith, var so ónøgdur, at hann tosaði seg til eitt reytt kort. Rodri var í rangstøðu, men av tí at Mings var í kontakt við bóltin, varð tað ein nýggj støða.

Sí støðuna og hæddarpunkt her

City hevur ment seg nógv, tá tað kemur til verjupartin, og helt enn einaferð málið reint í gjárkvøldið. Í 90. minutti økti Gundogan við brotssparki, og harvið fór liðið hjá Guardiola fyribils upp á fyrsta pláss.

[object Object]
Silva og hinir hjá City kundu fegnast...
 

[object Object]
Meðan Dean Smith var sera ónøgdur (Myndir: EPA)

Tað tóku grannarnir tveir tímar seinni. United byrjaði annars heilt illa í London, tí longu eftir fimm minuttir var 1-0, eftir at Aaron Wan-Bissaka ikki helt rangstøðulinjuna, og Adeola Lookman gjørdi sær dælt av tí. Útiliðið var annars leikliga greitt omaná á Craven Cottage, og í 20. minutti sló Edinson Cavani til, tá fyrrverandi PSG-liðfelagin Alphonse Areola ikki megnaði at halda fast í einum innleggið frá Bruno Fernandes. 

Hæddarpunktini eru her

Eftir hetta snúði tað seg um hjá United at fáa fatur á málinum til 2-1. Tað gekk tó striltið at skapa opnar møguleikar. Í 65. minutti tók Paul Pogba sakina í egnar hendur. Fraklendingurin hevur spælt væl á United-miðvøllinum seinastu tíðina og skotið við vinstra beininum stutt uttanfyri brotsteiginum nakað til høgru, fór heilt út í longra málhornið. Tað endaði 2-1, og harvið gjørdist Pogba fyri aðru ferð uppá átta dagar dystaravgerandi fyri United við góðum máli, og liðið hjá Solskjær er nú aftur nummar eitt í Premier League. City er tó beint í hølinum og hevur ein dyst til góðar.   

Í kvøld skal Liverpool aftur í eldin. Liðið hjá Klopp kann hála inn á Manchester-feløgini í tætta oddastríðnum við sigri á Burnley. Tað hevur ikki at eydnast meistarunum at vunnið í seinastu fýra royndunum i Premier League.

20.01 - útsettir dystir

Manchester City - Aston Villa 2-0 (0-0)
78' Bernardo Silva 1-0
90' Ilkay Gundogan 2-0

Fulham - Manchester United 1-2 (1-1)
5' Adeola Lookman 1-0
21' Edinson Cavani 1-1
65' Paul Pogba 1-2

21.01
20.00: Liverpool - Burnley

Støðan 
1. Manchester United 40 stig (19 dystir)
2. Manchester City 38 stig (18 dystir)
3. Leicester 38 stig (19 dystir)
4. Liverpool 34 stig (18 dystir)
5. Tottenham 33 stig (18 dystir)
6. Everton 32 stig (17 dystir)
7. West Ham 32 stig (19 dystir)
8. Chelsea 29 stig (19 dystir)
9. Southampton 29 stig (18 dystir)
10. Aston Villa 26 stig (16 dystir)
11. Arsenal 27 stig (19 dystir)
12. Leeds 23 stig (18 dystir)
13. Crystal Palace 23 stig (19 dystir)
14. Wolves 22 stig (19 dystir)
15. Newcastle 19 stig (18 dystir)
16. Brighton 17 stig (19 dystir)
17. Burnley 16 stig (17 dystir)
18. Fulham 12 stig (18 dystir)
19. West Bromwich 11 stig (19 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder