Fótbóltur

Manchester United er nú oddalið

Málið hjá vælupplagda Paul Pogba var nóg mikið hjá liðnum hjá Solskjær í Burnley - Everton er eisini heilt væl við í oddinum eftir sigurin á Wolverhampton, og Sheffield United vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-13 08:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir verða leiktir í Premier League í gjárkvøldið.

Byrjað var í Sheffield, har heimaliðið í átjandu royndini í kappingarárinum fekk ein sigur. Liðið hjá Chris Wilder, ið tók øll av bóli fyrsta partin av kappingarárinum í fjør, hevur havt tað ógvuliga trupult í ár. Men í gjár móti Newcastle var Sheffield United í yvirtalið allan seinna hálvleik, fekk og skoraði uppá eitt brotsspark, og kanska eru ljóasari tíðir fyri framman í Sheffield.

Feløgini í Liverpool eru nú næstan púra jøvn. Tað er greitt, eftir at Everton vann 2-1 á Wolves. Verjuleikarin Micheal Keane gjørdist sigursharrin, við máli tá beint undir eitt korter var eftir. Everton er nú í topp-fýra - bert eitt stig aftanfyri Liverpool.

Frammanfyri Liverpool er nú United. Fyri fyrstu ferð síðani 2012-2013, tá felagið seinast gjørdist meistari, er Manchester United á odda í Premier League so seint í einum kappingarárið. Útiliðið var greitt omaná í Burnley, men fekk ikki hol á fyrrenn tjúgu minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Marcus Rashford fann væl Paul Pogba, sum av brotsteigmarkinum fluktaði. Bòlturin fór umvegis eitt Burnley-bein millum beinini á Nick Pope, og vælleikandi Pogba skoraði einsamalla málið í dystinum. Sunnudagin bresta United og Liverpool saman.

Í kvøld verða tveir dystir leiktir, har heimaliðið er stórfavorittur.

Premier League
Týsdagin 12.01

3Sheffield United - Newcastle 1-0 (1-0)
73' Billy Sharp (br.) 1-0
Reytt kort: Ryan Fraser (45')

Burnley - Manchester United 0-1 (0-0)
71' Paul Pogba 0-1

Wolves - Everton 1-2 (1-1)
6' Alex Iwobi 0-1
14' Ruben Neves 1-1
77' Micheal Keane 1-2

Mikudagin 13.01
18.00: Manchester City - Brighton
20.15: Tottenham - Fulham

Støðan 
1. Manchester United 36 stig (17 dystir)
2. Liverpool 33 stig (17 dystir)
3. Leicester 32 stig (17 dystir)
4. Everton 32 stig (17 dystir)
5. Tottenham 29 stig (16 dystir)
6. Manchester City 29 stig (15 dystir)
7. Southampton 29 stig (17 dystir)
8. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
9. Chelsea 26 stig (17 dystir)
10. West Ham 26 stig (17 dystir)
11. Arsenal 23 stig (17 dystir)
12. Leeds 23 stig (17 dystir)
13. Wolves 22 stig (18 dystir)
14. Crystal Palace 22 stig (17 dystir)
15. Newcastle 19 stig (17 dystir)
16. Burnley 16 stig (16 dystir)
17. Brighton 14 stig (17 dystir)
18. Fulham 11 stig (15 dystir)
19. West Bromwich 8 stig (17 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder