Tað hevur ljóðað seinasta mánaðin, at ein av nýggju leikarunum á Old Trafford komandi ár verður Daniel James. 21-ára gamli kantspælarin úr Wales hevur havt eitt gott kappingarár fyri Swansea og gjørdist matchvinnari í sínari debut fyri A-landsliðið.
Skiftið hevur spakuliga nærkast, og í dag hevur Manchester United kunngjørt, at feløgini eru vorðin samd um ein keypsprís, og at James hevur gjøgnumført eina læknakanning í Manchester. Harvið mangla bert smálutir í, áðrenn kviki leikarin kann kalla seg United-leikara.
Hóast hann ikki er eitt stórt navn og kemur fyri nógvar pengar, so er hetta eitt slag av keypið, ið Solskjær og co. leita eftir. Hetta er fyrsta keypið hjá Solskjær, og liðfelagin hjá norðmanninum í United, Ryan Giggs, hevur stórróst nýggja leikaranum. Giggs er eisini walisi, og Daniel James verður samanborin við fyrrverandi stórleikaran, ið nú er venjari hansara í landsliðshøpi. Giggs sigur við Sky Sports, at United fær ein fantastiskan leikara, ið eisini er ein fantastiskur persónur, og sum er evnaríkur og spennandi.
Manchester United skal rinda 15 milliónir pund umframt møguligar tríggjar milliónir pund í framtíðini fyri James.
Fótbóltur
Manchester United hevur váttað fyrsta keypið
Walisin Daniel James skiftir úr Swansea fyri 15 milliónir pund.
James hevur í ár spælt í næstbestu deildini við Swansea (Mynd: EPA)
2019-06-07 16:22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald