Fótbóltur

Manchester United kann í kvøld leggja seg á odda í Premier League

Liðið hjá Ole Gunnar Solskjær vitjar í Burnley. Um United fær stig til høldar, verður Liverpool yvirhálað. Everton kann við sigri á Wolves koma upp í topp-fýra.

Bruno Fernandes er stórur partur av orsøkini til, at United í løtuni kappast heilt frammi í oddinum (Mynd: EPA)

Bruno Fernandes er stórur partur av orsøkini til, at United í løtuni kappast heilt frammi í oddinum (Mynd: EPA)

2021-01-12 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir verða leiktir í Premier League í kvøld.

Premier League
12.01

18.00: 
Sheffield United - Newcastle 
20.15: Burnley - Manchester United
           Wolves - Everton 

Støðan 
1. Liverpool 33 stig (17 dystir)
2. Manchester United 33 stig (16 dystir)
3. Leicester 32 stig (17 dystir)
4. Tottenham 29 stig (16 dystir)
5. Manchester City 29 stig (15 dystir)
6. Southampton 29 stig (17 dystir)
7. Everton 29 stig (16 dystir)
8. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
9. Chelsea 26 stig (17 dystir)
10. West Ham 26 stig (17 dystir)
11. Arsenal 23 stig (17 dystir)
12. Leeds 23 stig (17 dystir)
13. Wolves 22 stig (17 dystir)
14. Crystal Palace 22 stig (17 dystir)
15. Newcastle 19 stig (16 dystir)
16. Burnley 16 stig (15 dystir)
17. Brighton 14 stig (17 dystir)
18. Fulham 11 stig (15 dystir)
19. West Bromwich 8 stig (17 dystir)
20. Sheffield United 2 stig (17 dystir)

Liverpool hevur bert fingið tvey stig seinastu tríggjar dystirnar, og tískil er oddastríðið aftur vorið heilt tætt. Í kvøld hava arvafíggindarnir hjá felagnum møguleika at gera sær dælt av hesum: Um nábúgvarnir Everton sigra í Wolves, so er liðið hjá Ancelotti bert eitt stig aftanfyri liðið hjá Klopp, og um United spælir javnleik ella vinnur, so er liðið hjá Solskjær oddalið.

Tað hevur United ikki verið síðani tíðliga í kappingarárinum 2015/2016 undir Louis van Gaal. Liðið var tó ikki partur av oddastríðnum seinni í kappingini, og tað hevur United ikki verið síðani Sir Alew Ferguson gavst. Gongdin í Premier League er í løtuni góð hjá liðnum.

Newcastle skal royna at koma longri burtur frá niðurflytingarstrikuni. Liðið vitjar í Sheffield hjá botnproppinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder