Fótbóltur

De Gea longt sáttmalan við United

Enska stórfelagið fekk í gjár ein týðandi sáttmála uppá pláss, tá ein av heimsins bestu málmonnum skrivaði undir fyri næstu fýra árini.

Høvuðsvenjarin Ole Gunnar Solskjær og málverjin David De Gea, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: manutd.com)

Høvuðsvenjarin Ole Gunnar Solskjær og málverjin David De Gea, eftir at sáttmálin er undirskrivaður (Mynd: manutd.com)

2019-09-17 18:48 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

David De Gea kom til Manchester United sum eitt ungt málmanstalent úr Atletico Madrid í 2011. Eftir byrjanartrupulleikar menti hann seg til ein av bestu málverjunum í heiminum. Avrikini hava tó verið meira óstøðug avrik seinasta stóra árið.

De Gea hevur sambært mongum verið besti maður hjá United tey síðstu nógvu kappingarárini. Tí hevur tað vigað tungt fyri vigað tungt fyri felagið úr Manchester at fáa longt sáttmálan við málmannin. 

Hann hevur í fleiri ár verið settur í samband við eitt skifti aftur til Spania, og í 2015 manglaði bert tað allarseinasta at koma uppá pláss, fyri at De Gea gjørdist Real Madrid-leikari. Seinastu tíðina hava PSG og Juventus verið sett í samband við nú 28-ára gamla málverjan. Spurningarnir um sáttmálan hjá málverjanum hava verið nógvir og stórur - m.a: Vil hann halda fram í felagnum ? Krevur hann ov nógv løn ?

Men í gjár varð ivin skúgvaður til viks, tá Manchester United kunngjørdi, at spaniólin hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, ið er galdandi til 2023 við einum møguleika at leingja við einum ári tilknýttum. Galdandi sáttmálin frammanundan gekk út komandi summar.    

Ole Gunnar Solskjær sigur við heimasíðuna hjá United seg frøast um, at sáttmálin er undirskrivaður. Eisini sigur hann, at De Gea hevur síðstu árini víst seg sum heimsins besti á sínum plássi, og at hetta er ein týðandi partur fyri framtíðar ætlanirnar hjá felagnum, sum teir ynskja at fáa aftur, har Manchester United hoyrir heima.  

David De Gea kom til United í 2011 og hevur higartil spælt 367 dystir fyri felagið. Hann hevur vunnið Premier League, Europa League og tær ensku steypakappingarnar (FA Cup og League Cup) eina ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder