Annað

Mangur leikur í longum talvi

Í dag byrjar landskappingin í talvi.

2023-10-08 12:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Klokkan 14 verða fyrstu leikirnir fluttir í nýggja kappingarárinum. Telvað verður um alt landið.

Ellivu feløg kappast í fýra vaksnamannadeildum. Feløgini hava meldað til slakar 400 telvarar. Tað sæst á styrkilistunum, sum tey tólv feløgini hava sent Talvsambandinum nú landskappingin byrjar.


Tvey nýggj feløg

Tvey nýggj talvfeløg síggjast millum tey, sum eru við í landskappingini í vetur. Annað er nýtt; Suðuroyar Talvfelag. Hitt er Stranda Talvfelag, sum er endurstovnað.

Tað hevur ikki verið telvað stórvegis í Suðuroynni, men heilt sørir hava teir kortini ikki verið. Tvøroyrar Talvfelag varð stovnað longu í 1947 sum hitt fyrsta eftir at Havnar Telvingarfelag hevði verið einsamalt felag síðani 1923. Felagið var bara til í eini tíggju ár, so sovnaði tað. Knotur vóru kortini í teimum, og kanska vórðu teir fyri vanbýti, at teir ikki vunnu Woodkappingina í 1956.

Í 1992 var talvfelag stovnað í Sumba. Hjalmar Thomsen, Dánjal Petur Djurhuus, Margo Joensen og aðrir settu gongd á. Teir hildu longri á enn á Tvøroyri, men nú eru fleiri ár síðan teir riggaðu av í felagnum. Nú verður so uppaftur ein roynd gjørd - hesaferð við einum felag fyri alla oynna.

Á Strondum er lív komið í aftur. Har varð talvfelag stovnað í 1972, tá sannur talvfepur herjaði um Føroyar og stóran part av heiminum av HM-dystinum í Reykjavík tað summarið millum Bobby Fischer og Boris Spasski. Tá telvaðu menn sum Hjalgrím Poulsen, Jóan Carl Danielsen, John Thomsen og Andras Danielsen, yngri menn trokaðu seg eisini framat, Eivind Jacobsen og ikki minst Bogi Ziska, sum bleiv føroyameistari. Stranda Talvfelag var við øll árini til 1988, tá løgdu teir inn. Men nú bragdar aftur.


Tríggir FM-biðlar

Í 1. deild í vetur eru bara trý feløg, men kortini seks lið. Sandavágs Talvfelag, Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag hava tvey lið hvør í fremstu deildini. Hetta er ikki komið fyri fyrr.

Telvað verður framvegis á fýra borðum í føroysku landskappingini. Og tað eru enn borðstigini, sum telja, ikki stig fyri vunnan dyst.

Í fyrsta umfari í dag verða fyrru innanhýsis dystirnir hjá feløgunum á skránni. T.v.s. at Havnin 1 og Havnin 2 telva móti hvør øðrum, sama gera Sandavágur 1 og 2 og Klaksvík 1 og 2.

Tey ellivu feløgini í føroysku landskappingini í vetur eru hesi:

HT (Havnar Telvingarfelag) 65 telvarar
ST (Sandavágs Talvfelag) 57
KTF (Klaksvíkar Talvfelag) 37
GT (Gøtu Talvfelag) 48
Rókur (Sundalagið) 46
KT (Kollafjarðar Talvfelag) 37
KHF (Kongshavnar Talvfelag) 36
TT (Tofta Talvfelag) 29
VT (Vestmanna Talvfelag) 29
ST (Stranda Talvfelag) 10
STF (Suðuroyar Talvfelag) 6


15 teir bestu

1. oktober kunngjørdi altjóða Talvsambandið FIDE nýggjan styrkilista. Í alt 200 limalond eru í FIDE. Føroyar eru nummar 74 í røðini av heimsins 200 talvtjóðum. Og tá teljast vit millum smæstu limalondini.

Á okkara talvtindi eru hesir:

1. GM Helgi Dam Ziska, HT 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2386
3. IM John Arni Nilssen, ST 2327
4. Martin Poulsen, HT 2289
5. IM John Rødgaard, VT 2285
6. Rógvi Egilstoft, ST 2245
7. Bogi Ziska, TT 2192
8. Ólavur Simonsen, KTF 2190
9. Flóvin Tór Næs, HT 2187
10. Carl Eli Samuelsen, HT 2182
11. Hans Kristian Simonsen, KT 2178
12. Jóan Hendrik Andreasen, HT 2176
13. Olaf Berg, HT 2176
14. Eyðun Nolsøe, KTF 2165
15. Luitjen A. Apol, HT 2152

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder