placeholder
Hondbóltur

Manslandsliðið fyrireikar seg í Helsinki

Landsliðið skal spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi.

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

2018-10-05 20:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

A-landsliðið í hondbólti við monnum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro 24. oktober og Danmark 27. oktober. 

Í dag fór manslandsliðið til Helsinki, har teir skulu spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi.

Føroyski hópurin býr í einum ítróttadepli nakað uttanfyri finska høvuðsstaðin.

Fyrsta venjingin gekk væl og menn eru til reiðar til fyrra dystin móti Finnlandi, sum er í morgin klokkan 14.00 føroyska tíð, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu síni.

16 mans eru úttiknir til venjingarleguna, men hópurin kann broytast nakað til landsdystirnar seinni í mánaðinum.

Hópurin:
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Tróndur Kragesteen, Neistin
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sjúrður Olsen, VÍF
Vilhelm Vilhelmsen, Team Klaksvík
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÌF
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger HB
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Rói Berg Hansen, FIF
Friði Hammer Weyhe, Aars
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder