Nú er greitt hvussu A-landsliðið við monnum verður mannað til triðja og síðsta EM-undankappingarumfar, sum verður í juni.
Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik í morgin.
Tveir nýggir mans eru í hópinum. Tórður Guttesen, ið varð kosin ársins málverji í Føroyum farna kappingarár, er úttikin til landsliðið á fyrsta sinni. Hilmar Leon Jacobsen, ið hevur verið darvaður við skaða í longri tíð, er eisini úttikin, skrivar Hondbóltssambandið.
(Tórður Guttesen varð kosin ársins málverji í Føroyum farna kappingarár: Mynd - Sverri Egholm)
Manslandsliðið skal spæla móti Montenegro í Farum 13. juni og móti donsku heimsmeistarunum í Aalborg 16. juni.
Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið 16 leikarar til uppgávurnar.
Landsliðshópurin
Málverjar
Tórður Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, Neistin
Spæliskiparar
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Tróndur Kragesteen, Neistin
Strikuspælarar
Rógvi Dal Christiansen, Kyndil
Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI
Bakspælarar
Áki Egilsnes, KA Akureyri
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Peter Krogh, H71
Hilmar Leon Jacobsen, H71
Vongspælarar
Allan Norðberg, KA Akureyri
Nicklas Selvig, Stavanger IF
Rói Berg Hansen, FIF
Verjuspælarar
Brandur Halgirsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald