At Føroyar høvdu spælt seg til stigamet fyri eina HM ella EM-undankapping, og at manslandsliðið, undir øllum vanligum umstøðum, í minsta lagi fór at enda á 3. plássi í bólkinum, var greitt eftir sigrarnar á Montenegro og Kekkia í oktober.
Nú Føroyar hava spælt allar sínar átta dystir í undankappingini til HM 2026 er greitt, at liðið hjá Eyðuni Klakstein endar við 12 stigum og á 3. plássi - uttan so at Montenegro vinnur við tíggju málum á Kroatia í morgin. Ongantíð áður eru Føroyar endaðir so mikið høgt í einari undankapping; um tað so hava verið bólkar við fýra ella fimm liðum.
Sí eisini: Settu stigametið í stórum stíli
Í 2020 vunnu Føroyar sín Nations League bólk við 12 stigum fyri seks dystir. Tá var mótstøðan Malta, Andorra og Lettland. Hetta gav uppflyting úr Deild D, og í Deild C hava føroyingar síðani megnað tvey 3. pláss. Men hetta er í fýra-landa bólkum, og har man ikki møtir mótstøðu sum til dømis Kekkia. Innan undankappingar til endaspæl hevur tann í ár, sum bolt.fo vísir á, toppað allar listar.
![]()
Jóannes Bjartalíð hálvsfevnir Martin Agnarsson, sum hevur avgjørt tveir dystir fyri Føroyar í undankappingini og eisini verið við at hildið málið reint tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta sæst serliga í mun til mál. Føroyar endaðu við einari málúrttøku á 11-9.
- Ongantíð áður hava Føroyar skorað fleiri mál í einari undankapping (10 til HM 1998 gamla metið)
- Ongantíð áður hava Føroyar latið færri mál inn í einari undankapping (13 í seinastu undankapping - EM 2024 - var tað besta frammanundan)
- Ongantíð áður hava Føroyar havt positivan málmun í einari undankapping
Tøl og kanning: FaroeSoccer og bolt.fo
Harvið ógvuliga flott hjá føroyska liðnum. Umframt teir fýra sigrarnar, var liðið væl við til tað síðsta - og kundi fingið fleiri stig - í trimum dystum. Í Kroatia fríggjakvøldið komu Føroyar á odda, og dysturin livdi veruliga í 70 minuttir ella so.
Punktum verður sett fyri landsliðsárið við venjingardysti móti Kasakstan í morgin klokkan 17. Hesin dysturin verður spældur í Kroatia - FM1 sigur frá honum, og Portalurin er á staðnum við myndatóli og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald