Annað

Maradona noktar fyri at hann mátti á sjúkrahús

Fótbóltslegendan uppførdi seg løgið undir dystinum í gjár.

Diego Maradona undir dystinum í gjár

Diego Maradona undir dystinum í gjár

2018-06-27 09:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Diego Maradona, sum av mongu verður mettur at verða heimsins besti fótbóltsleikari nakrantíð, syrgdi fyri undirhaldið uttanfyri vøllin, tá Argentina og Nigeria spældu dyst í gjárkvøldið.

Eitt nú bjóðaði Maradona einari nigerianskari kvinnu niðan í hansara privata kliva áðrenn dystin, har tey dansaðu, og seinni var hann aftur í miðdeplinum, ta hann rætti sínar longutong.

Tó løgdu fleiri merkis til, at Maradona gjørdist troyttur og hevði ringt við at halda seg vaknan undir dystinum. Fleiri útlendskir miðlar skrivaðu, at Maradona varð koyrdur á sjúkrahús eftir dystin, men hesum noktar Maradona fyri.

  • Ein lækni kannaði meg undir dystinum, og segði, at eg átti at fara heim áðrenn seinna hálvleik, men eg vildi verða verandi, tí at vit (Argentina) høvdu alt uppá spæl. Hvussu kundi eg fara?, skrivar Maradona á sínum Instagramvanga.

Argentina vann dystin 2-1 og er harvið víðari í HM-kappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder