Fótbóltur

Marghøllin verður karmur um innandurakapping

Skipað verður fyri eini heldur ørðvísi innandurakapping í fótbólti..

Av Facebookvanganum hjá Marghøllini í Vági

Av Facebookvanganum hjá Marghøllini í Vági

2018-08-31 12:17 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Júst sum í gomlum døgum, verður nú skipað fyri ørðvísi FM kapping í Vági eftir kappingarlok. Fyrr var kappingin í Ítróttarhøllini. Nú verður kappingin í Marghøllini.

Soleiðis stendur at lesa á Facebookvanganum hjá marghøllini í Vági, nú Marghøllin verður karmur um eina innandurakapping í fótbólti.

Innandurakappingar eru á hvørjum ári um veturin, tá fótbóltskappingini er í dvala, men hetta er fyrstu ferð, at innandurakapping verður á graslíki.

Innandurakappingin í Marghøllini í Vági verður tann 9. til 11. november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder