Fyrr í ár flutti hon til Aalborg fyri at fara undir víðari lesnað, men Margit Weihe Frímundsdóttir, sum er kend fyri bæði frælsan ítrótt og hondbólt, tekst eisini við annað í Danmark.
Elite Håndbold Aalborg - EH Aalborg - strembar eftir at kvinnuhondbóltsfelagið fyri allan norðara part at Jútlandi, har evnaríkir leikarar verða hilndir til og mentir. Á Facebook-síðu sínari bjóðar felagið í dag Margit Weihe Frímundsdóttir vælkomna.
22-ára gamla havnarkvinnan hevur verið í felagnum síðstu tíðina og hevur fingið spælitíð í síðstu dystunum, og sambært EH Aalborg vísti hon veruliga sínar dygdir fram í seinasta dystinum móti SønderjyskE, ið var í vikuskiftinum, sum EH Aalborg tó tapti.
Fagnaður í skiftingarrúminum hjá EA Alborg eftir sigurin á útivølli móti oddaliðnum Bjerringbro fyri tíggju døgum síðani. Margit sæst fremst, uttast til vinstru (Mynd: EA Aalborg)
Margit í dysti fyri landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hevur higartil vunnið tríggjar dystir og tapt tríggjar og liggur nummar fimm í næstfremstu donsku deildini. Súna Krossteig Hansen spældi nakrar dystir fyri liðið í fjør
Margit hevði eitt gott kappingarár fyri Neistan í fjør og hevur eisini verið partur av A-landsliðnum. Seinast var blaðunga Rakul Wardum, ið spælir í Skanderborg til dagliga, úttikin saman við Anniku Fríðheim Petersen, sum er fyrstaval á landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald