2023-11-06 18:58
Tá KÍ-kvinnurnar í kvøld venja á Djúpumýru er eitt nýtt andlit á vøllinum.
27 ára gamli miðvallarin Margunn Lindholm hevur skrivað undir Føroyameistararnar í KÍ og verður partur av hópinum næsta kappingarár.
Margunn Lindholm spældu fyrstu árini í vaksnamannafótbólti við felagsliðnum B68/NSÍ, men spældi árini frá 2023 til 2019 við EBS/Skála. Síðani 2020 hevur hon spælt fyri NSÍ.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sambært Faroesoccer hevur Margunn Lindholm spælt 136 dystir og skorað 87 mál í fremstu kvinnudeildini. Á landsliðnum hevur hon í fleiri umførum verið við.
Margunn Lindholm og Jonas Nielsen (Mynd: KÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald