placeholder
Fótbóltur

Margunn Lindholm við aftur á landsliðnum

Durita Hummeland, Rúna Olsen og Lena Olsen eru ikki tøkar til dystirnar móti Aserbadjan og Kýpros.

Margun Lindholm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margun Lindholm (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-22 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin 27. oktober og týsdagin 31. oktober skal A-landsliðið við kvinnum aftur í eldin, tá ið Aserbadjan og Kýpros vitja í Føroyum.

Signe Pries Andersen hevur framt broytingar í hópinum, eftir at Durita Hummeland hevur givið avboð vegna skaða, og Rúna Olsen og Lena Olsen ikki eru tøkar. Nýggj í hópinum er Margunn Lindholm úr NSÍ.

[object Object]Margun Lindholm her í dysti fyri NSÍ móti KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margunn hevur áður umboðað bæði U17 og U19 landsliðið, umframt at hon hevur leikt 16 dystir fyri A-landsliðið, so talan er um ein royndan leikara. Seinastu árini hevur Margunn stríðst við skaðar, men nú er hon klár aftur, og hevur gjørt tað so mikið væl fyri NSÍ, at boð eru send eftir henni.

Dysturin ímóti Aserbadjan verður leiktur fríggjadagin, 27. oktober kl. 14 við Djúpumýru í Klaksvík, í meðan Kýpros vitjar á Tórsvølli týsdagin, 31. oktober kl. 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder