Margunn Lindholm spælir fótbólt við Løkin í 2020. Hesum boðar NSÍ frá í kvøld.
24 ára gamla Margunn er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti, og hevur hon spælt 135 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping og Womens Champions League), og hevur hesar dystirnar skorað 93 mál. Seinastu árini hevur hon annars spælt við EBS/Skála
Hon hevur eisini spælt 29 landsdystir fyri Føroyar. Margunn Lindholm hevur seinastu tíðina spælt við Sundby Boldklub í Danmark.
- Nú er Margunn komin til NSÍ, og fer at stríðast fyri felagið. Vit eru sera glað fyri at síggja Margun við Løkin í gulu blusuni, og bjóða henni vælkomnum til felagið og góða eydnu, skrivar NSÍ á heimasíðu sínari.
Margunn Lindholm her fyri landsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Profilarnir leggjast afturat hjá kvinnuliðinum hjá NSÍ, sum er umboðað í fremstu kvinnudeildini fyri fyrstu ferð í 13 ár.
Frammanundan er greitt at Sevdal systrarnar Ansy og Heidi spæla við NSÍ komandi ár, og at Birita Bergsdóttir Nielsen spælir í gulum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald