Annað

Maria Biskopstø danskur meistari í 400 m rimarenning

Rennarin úr Klaksvík fekk silvur á 800 metrum. Hjá íðkarunum hjá Hvirluni gjørdist eisini talan um fleiri heiðursmerki til DM fyri ung; m.a fekk Dánjal Dahl Ljóstein: 2 silvur og setti eitt føroyskt met.

Maria til staffetina á Oyggjaleikunum har Føroyar fekk bronsuheiðursmerkju (Mynd: Jens Kr. Vang)

Maria til staffetina á Oyggjaleikunum har Føroyar fekk bronsuheiðursmerkju (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-28 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmarksmeistaraheitið fyri ung í frælsum ítrotti varð hildið á Greve Stadion í nógva hitanum í vikuskiftinum. Føroyskir íðkarar úr Bragdinum, Hvirluni og Treysti luttóku, og úrslitini vóru góð.

Les meira um góður úrslitini hjá Bragdinum um eina løtu


Maria Biskopstø luttók fyrst á 400 metrum í rimarenning (hækkeløb) fyri gentur 16-17. Treysti skrivar, at væntað var áðrenn, at Maria fór at fáa heiðursmerki, og hon var greitt á odda í byrjanini, men á teimum seinastu metrunum bleiv veruligur spenningur um fyrstaplássið, Maria kom á mál við tíðini 1.06,43 min, sum bert er 30/100 frá hennara bestu tíð og føroyska metinum á teinum. Hetta var nóg mikið til gull, og harvið gjørdist Maria danmarksmeistari.

[object Object]
(Maria kom heim sum danmarksmeistari - Mynd: Treysti) 

Maria vann eisini heiðursmerki í 800 metrum. Við tíðini 2.16,71 min fekk rennarin, ið var við á Oyggjaleikunum, silvur. Vibeka Sivertsen (gentur 14-15) luttók eisini fyri Treysti, ið var umboðað gjøgnum Vejle. Honn rann 800m og 1500m, og har setti Vibeka persónlig met.

Leygardagin var ein góður dagur hjá Hvirluni í Greve. Fimm slivurheiðusmerki komu í hús: 

Elin Niclasen (G16-17 ár): Spjótkast

Miso Buha (D16-17): Trýstøkk
- Var nær við at taka gullið

Sunniva Bogadóttir (G18-19): Spjótkast
- Hon tók føroyska metið til FM seinasta vikuskifti, og hóast hon ikki kastaði til sítt besta, var Sunniva ikki so langt vekk frá gullinum í Danmark

Dánjal Dahl Ljóhsein: 2xsilvur + føroyskt met
- Ungi maðurin var so nær við sum gjørlligt at vinna gull á 400 m rimarenning, ið hann bert royndi seg í fyri aðru ferð. Dánjal setti eisini føroyska metið hóast eina ringa byrjan. 

400 metrar renning: Við tíðini 52,29 sek setti Dánjal persónligt met og vann sítt annað silvurheiðursmerki hendan dagin

[object Object]
(Hópurin hjá Hvirluni til DM fyri ung - tvífaldi silvurvinnarin, Dánjal Dahl Ljósheim er mitt í aftasta rað - Mynd: hvirlan.fo)

Sunnudagin eydnaðist tað ikki at fáa heiðursmerki, men hvirlurnar vístu, at tær kunnu verða við millum tey bestu í Danmark. Les meira á heimasíðu felagsins



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder