Hondbóltur

Maria kemur við til Íslands

Tað er framvegis ósannlíkt, at ungi bakspælarin spælir í avgerandi dystinum, men hon fekk gipsið av í gjár og kastaði og loftaði nakað.

Maria Pálsdóttir Nólsoy dagin eftir at hon breyt fingurin - í samtalu við Simon Olsen, hjálparvenjara. Næstu dagarnar verður hugt eftir støðuni (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy dagin eftir at hon breyt fingurin - í samtalu við Simon Olsen, hjálparvenjara. Næstu dagarnar verður hugt eftir støðuni (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-05 06:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan fer flogfarið við føroyska A-landsliðshópinum við kvinnum uppfrá nakað áðrenn klokkan átta - um áleið ein tíma.

Hetta er størsti túrur í søguni hjá kvinnulandsliðnum, tí tær fara til Íslands at royna at spæla seg til EM-endaspælið seinni í ár.

Les meira: Føroyar liggja væl fyri undan seinasta umfari

Nógv verður lagt fyri, og ein spælari við brotnum fingri er í hópinum. Maria Pálsdóttir Nólsoy var óheppin til venjing 2. páskadag og fekk gips á.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Maria Nólsoy hevur brotið fingurin

Hetta eigur at halda henni úti í fleiri vikur, men nú er greitt, at spælskiparin úr Neistanum í øllum førum kemur við til Íslands.

Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.

Í samband við venjing í gjár, hevði 19-ára gamli bakspælarin fingið gipsið av og tape á fingrinum ístaðin. Hon royndi at kasta og lofta, og tað gekk fínt.

[object Object]19-ára gamla Maria Pálsdóttir Nólsoy í dystinum móti Luksemborg í síðsta mánaði. Møguliga verður hon á vøllinum sunnudagin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er tó trupult at siga, um tað er gjørligt og skynsamt, at Maria Nólsoy kemur inn í ein avgerandi landsdyst við brotnum fingri. Til hesar dystirnar var ætlanin, at Maria skuldi hava ein rímiliga stóran leiklut í álopinum serliga.

Læknaliga toymið og øll rundanum hyggja uppá støðuna næstu dagarnar - sum nú er, er Maria við sum 17. spælari. Til ber at hava 16 spælarar á dómaraseðlanum

Natasja Hammer kom inn í hópin til dystin móti Svøríki, og hon verður eisini við í Íslandi.

[object Object]
Natasja Hammer er ein teimum mest skorandu spælarunum í SMS-deildini. Ungi bakkurin hevur áður roynt seg í íslendskum hondbólti og havt heimavøll júst við Ásvellir - her í dystinum móti Svøríki mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hevur venjing seinni í dag, sum Portalurin verður við til. Vit hava eisini ymiskt tilfar harfrá. 

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Útispælarar:
Rannvá Olsen, VÍF
Hervør Niclasen, Neistin
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DEN)
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF
Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin

Støðan undan síðsta umfari: 
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini við. Í løtuni eru Føroyar triðbest av teimum átta. 

Sunnudagin 07.04 - 6. umfar
17.00: Føroyar - Ísland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder