Tveir stórsigrar - báðir við 18 málum - á Luksemborg hava tryggjað Føroyum minst triðja plássið í sínum EM-undankappingarbólkinum.
Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma beinleiðis víðari til endaspælið, sum verður í november-desember í Eysturríki, Ungarn og Sveis.
Svøríki hevur longu tryggjað sær 1. plássi, og sunnudagin dystast Føroyar og Ísland um 2. plássið.
Sí eisini:
Føroysku kvinnurnar vísa vegin - spældu ein branddyst
Flúgvandi Jana var toppskjútti á Hálsi
Svøríki hevur vunnið okkara bólk, og Føroyar góvu liðnum, sum endaði nummar fýra til HM í fjør, ein skarpan gang á Hálsi í gjár. Støddin á tapinum (fýra mál) gjørdi, at Føroyar standa upapftur betri í sonevnda "trý'ara-rokniskapinum" (Mynd: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum á Hálsi HER.
Tað verður ein tungur burður hjá Føroyum at vinna seg frammum Ísland. Um Føroyar vinna, so hava bæði liðini 6 stig, men Ísland vann 28-23 á Hálsi í oktober, og harvið er neyðugt við seks-máls sigri á Hafnarfjørðinum sunnudagin - ella sigri við fimm málum har Føroyar skorað minst 29 mál - fyri at yvirhála.
Stig, eitt ella tvey, kunnu tó endaliga tryggja føroyska plássið sum ein av bestu trý'arunum. 20 EM-pláss eru uppá spæl í undankappingini, og tí sleppa fýra trý'arar við til endaspælið.
Sum myndin vísir niðanfyri, so telja bert úrslitini móti nummar eitt og tvey í bólkinum í tí rokniskapinum. Har hava Føroyar einki stig enn men eina lutfalsliga góða samanlagda málúrttøku - og hjálpti úrslitið móti Svøríki í gjár sum so væl.
Støðan í løtuni
Sum nú er, skulu tveir aðrir trý'arar yvirhála Føroyar. Av tí at málúrttøkan hjá okkara kvinnum er væl betri enn hjá fimm øðrum trý'arum, so skal helst fylgjandi henda sunnudagin, um tað skal ganga galið:
- At Føroyar tapa í Íslandi, og at tvey av niðaru liðunum vinna.
Her hava Slovakia og Litava helst best møguleika av hesum, men nógvir ymiskir variablar eru. Vit koma nærri inn hetta seinni, men tað einfalda í hesum roknistykkinum er, at Føroyar kunnu avgerða tað sjálvar. Hetta við at vinna í Íslandi.
Manslandsliðið kom til sítt fyrsta EM-endaspæl nakrantíð við at vera ein av teimum bestu trý'arunum.
Støðan undan síðsta umfari:
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini við. Í løtuni eru Føroyar triðbest av teimum átta.
Sunnudagin 07.04 - 6. umfar
17.00: Føroyar - Ísland
Sí eisini - samrøður frá í gjár:
Jana Mittún: - Stórur munur á hesum dystinum og tí í Svøríki
Elsa Egholm: Tungur - men stuttligur dystur
Brynja Høj: - Snýr seg bara um at standa rætt
Claus Mogensen: Eri nærum tikin av bóli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald