
Síðsta kappingarár loypti Horsens (HH Elite) hvøkk á danska hondbóltheimin við at vera óguvliga nær við at spæla seg í DM-hálvfinalurnar.
Maria Pálsdóttir Nólsoy var ein av lyklaspælarunum í flottu gongdini fyrstu mánaðirnar í 2025, men HH Elite hevur havt tað torført í nýggja kappingarárinum.
Fyrstu fýra dystirnir endaðu við tapi, men í gjárkvøldið bragdaði, tá HH Elite á heimavølli vann 31-26 á heimavølli móti Silkeborg-Voel KFUM.
Silkeborg-Voel hevur annars fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, men í 5. umfari vóru 21-ára gamli føroyingurin og hinar í gulum omaná.
Grundarlagið varð lagt í fyrra hálvleiki, har Maria Pálsdóttir Nólsoy av álvara vísti sínar dygdir. Horsens var á odda 18-12 í steðginum, og fyrrverandi Neista-spælarin var beinleiðis við í sjey málum hjá málum (seinastu ella næstseinastu hond á)
Samanlagt skoraði Maria Nólsoy næstflest mál hjá Horsens - 6 mál uppá 8 skot - og legði nummar sjey upp til flest mál (4), umframt at skilagóði føroyski spælarin vann Horsens tvey mál. Maria Pálsdóttir Nólsoy fær góð skoðsál fyri avrikið.
Næsta uppgávan hjá HH Elite er móti Viborg og Janu Mittún. Álopsparturin hjá Viborg hevði tað torført móti Odense í gjár. Jana Mittún brendi trý av sínum fimm skotum men átti tó eisini tvey upplegg og vann nøkur brotskøst í 33-22 tapinum.
Súna Krossteig Hansen og Skanderborg taptu við heili tjúgu málum móti Esbjerg mikukvøldið. Súna skoraði eitt mál og legði eitt mál upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald