Hondbóltur

Maria Nólsoy hevur brotið fingurin

Natasja Hammer avloysir hana í landsliðshópinum til dystirnar móti Svøríki og Íslandi, og spælskiparin hjá Neistanum kann helst ikki spæla hondbólt næstu vikurnar.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var óheppin til landsliðsvenjing í gjár, har hon breyt ein fingur. Harvið er hon úti í nakrar vikur - møguliga umleið tríggjar - og er tískil ikki til til landsdystirnar og í øllum førum er ikki fyrstu endaspælsdystirnar hjá Neistarnum (Mynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy var óheppin til landsliðsvenjing í gjár, har hon breyt ein fingur. Harvið er hon úti í nakrar vikur - møguliga umleið tríggjar - og er tískil ikki til til landsdystirnar og í øllum førum er ikki fyrstu endaspælsdystirnar hjá Neistarnum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-02 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Til venjingina í gjár var Maria Pálsdóttir Nólsoy óheppin og breyt fingurin. Hetta var helst tí, at fingurin varð fastur í einum vesti.

Hetta váttar Hondbóltssamband Føroya fyri Portalinum.

Røtngenmyndir vísa, at fingurin er brotin, og harvið kann Maria Pálsdóttir Nólsoy ikki spæla hondbólt næstu tíðina.

Lækni hevur eftirhugt brotið og Maria má leggjast undir skurð hósdagin, sigur HSF.

Hetta kann verða smeitur fyri føroyska álopsspælið móti Svøríki í morgin og í Íslandi sunnudagin. 19-ára gamli bakspælarin skuldi millum annað hava eina stóran leiklut í yvirtalsspælinum.

[object Object]
Maria Pálsdótir Nólsoy til venjingina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er sanniliga stórur missur fyri Neistan, sum eftir landsliðssteðgin hevur eitt endaspæl at hugsa um: Fyrst er tað "best av trimum hálvfinalur" móti StÍF, H71 ella VÍF, sum byrja miðskeiðis í apríl - 13. ella 14. apríl. Tað er ilt at siga, júst hvussu drúgvur skaðin er, men Maria Nólsoy er ivasom til hesar dystirnar.

Natasja Hammer avloysir Mariu Pálsdóttir Nólsoy í landsliðshópinum, sum júst nú hevur sína seinastu venjing undan dystinum móti Svøríki á Hálsi í morgin. 

Natasja var við í dystunum móti Luksemborg í síðsta mánaða. Hon hevur 167 mál fyri StÍF í SMS-deildini.

[object Object]Natasja Hammer í heimadystinum móti Luksemborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder