2023-07-11 23:27
400 metra renningin í gjárkvøldið var eitt vónbrot fyri Mariu Biskopstø, men í kvøld fann hon smílið aftur, tá hon var næstskjótast í kappingini í 400 metra rimarenning.
Maria kom á mál í tíðini 1:03,39, sum røkk til silvurheiðursmerki. Gullið vann Olivia Allbut av Jersey í tíðini 1:01,40. Aimee Christian av Manoy vann bronsu við tíðini 1:09,41
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald