Hondbóltur

Marianna og Annika sita uttanfyri í kvøld

Hópurin er settur, sum skal spæla trupla dystin móti Týsklandi í Westfalenhalle í kvøld.

Marianna Eystberg, uttast til høgru, verður ikki við á vøllinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Marianna Eystberg, uttast til høgru, verður ikki við á vøllinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-02 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verða málverjin Annika Fríðheim Petersen, og bakspælarin Marianna Geirsdóttir Eystberg, sum eru sílaðar frá til dystin móti Týsklandi í kvøld.

Marianna hevur sitið uttan fyri áður, men gjørdi tað gott í seinasta dystin í bólkaspælinum móti Paraguai, tá hon endiliga fekk ein størri leiklut og skjeyt fleiri mál, og eisini varð brúktur sum brotskastskjútti eitt skifti.

Tysturin móti Týsklandi verður mettur at verða sera trupul, og kvinnurnar skulu fyrireika seg eitt sindur øðrvísi upp á júst hesa uppgávuna enn tær undanfarnu.

Í hesi samrøðuni við Súnu Hansen, kemur hon eitt sindur nærri inn á, hvussu týskarar spæla í álopinum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder