Til undanfarnar dystir, hava vit ofta fingið at vita tíðliga á degnum, hvørjir spælarar ikki sleppa við til dystin um kvøldið.
Men her til tann seinasta dystin móti Íslandi, hava føroysku venjararnir verið meira afturlatnir. Helst er tað fyri ikki at avdúka ov nógv fyri Íslandi, ið jú kennir tann føroyska hópin væl, nú vit hava spælt fleiri dystir móti teimum.
So teir valdu at bíða við kunngerðini til seinastu løtuna, og tað er 75 minuttir áðrenn dysturin byrjar.
Nú hava teir latið dómaraseðilin inn - og hann er uttan bakspælaran Mariannu Geirsdóttir Eystberg, og unga málverjan Gyltu Djurhuus á Neystabø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald