Nevndin í B36 skipaði seg eftir aðalfundin í gjárkvøldið. Har gjørdist greitt, at forkvinnan seinastu tvey árini, Marita Debess Magnussen, heldur fram sum forkvinna.
Hetta skrivar B36 á Facebook-síðu sínari.
- Góð undirtøka var fyri fundinum, har forkvinnan m.a. greiddi frá farna árinum og roknskapurin var lagdur fram.
Tvey tóku við afturvaldi á aðalfundinum, meðan tvey takkaðu fyri seg eftir fleiri ár í nevndini.
Forkvinnan Marita Debess Magnussen og Sigurd Rasmussen vóru tey, ið tóku við afturvali.
Súsanna Maria Hansen, sum eisini hevur verið næstforkvinna, og Poul Rói Mohr halda ikki fram í nevndini. Uni Holm Johannesen avloysir Súsannu Mariu sum nærstformaður.
Uppskot til nýggjar nevndarlimir vóru Karen Sissal Kristiansen og Ruben Haraldsen, og tey vóru bæði vald.
Nevndin hjá B36 sær harvið soleiðis út:
Marita Debess Magnussen, forkvinna
Uni Holm Johannesen, næstformaður
Jaspur Enghamar, kassameistari
Sigurd Kristiansen, skrivari
Maj-Britt Hellisdal, nevndarlimur
Karen Sissal Kristiansen, nevndarlimur
Ruben Haraldsen, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald