Annað

Marita og Einar vunnu Skechers nýggjárshálvmaraton 2019

Fyrsta árliga hálvmaraton kappingin var leygardagin 5. jan.

2019-01-07 20:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrsta árliga hálvmaraton kappingin, nevnd Skechers Performance Nýggjárshálvmaraton, var leygardagin 5. jan. Nýggjárshálvmaraton varð á fyrsta sinni runnið í 2002, og ta ferðina vóru einans 8 luttakarar. Næstan hvørt ár síðani er luttakaratalið økt og í ár vóru heili 90 luttakarar sum er tað mesta nakrantíð.

Veðrið ávirkar altíð luttakaratalið, hesaferð var tíbetur ongin orsøk at setast aftur grunda á veðrið. Lagt var til brots kl 11:00 við skúlan í Funningsfirði, har starturin var annað árið á rað.

Spenningur var, um hvør nú best hevði hildið venjingina við líka jóla og nýggjárs dagarnar. So "elitan" spenti avstað, ímeðan nógv bara vóru nøgd við at fáa nøkulunda somu tíð sum seinast, meðan onnur vóru við fyri fyrstu ferð og tóku tað róligt frá startinum, tí brekkan niðan til landsvegin norður millum fjarða, er næstan 2 km.

Favorittarnir Einar Gregersen og Henry Olsen løgdu best frá landi og fylgdust fram til uml. 7 km, tá Einar dróg sindur frá Henry. Einar helt leiðsluna fram til málið og kom á mál við tíðini 1:22:48 Henry kom á mál +2:34min. eftir Einar, og beint í hølunum á honum kom Hans í Horni Nielsen á mál sum nr 3.

Hjá kvinnum fylgdust Marita Andrasardóttir og Sara Vallin allan vegin. Marita hálaði sigurin heim við tíðini 1:32:13 - 23 sekund frammanfyri Saru. Hergerð Heldarskarð lá á rímuliga tryggum 3. plássi allan vegin til málið - tíðin bleiv 1:40:50.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder