Fótbóltur

Marius F. Joensen føroyameistari í skeet 2019

Marius F. Joensen, úr Sunda Byrsufelag, gjørdist um vikuskifti føroyameistari í skeet leirdúgvuskjóting. Hann javnaði finalumetið.

Marius F. Joensen, saman við Sámal Eyðstein Debes og Johnny á Túgvu (Mynd: Skjótisamband Føroya)

Marius F. Joensen, saman við Sámal Eyðstein Debes og Johnny á Túgvu (Mynd: Skjótisamband Føroya)

2019-08-26 15:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í finaluni megnaði Marius at skjóta 50 av 60 dúgvum, sum er javnt við meti, ið Tórur Fløtt og Magni Dam hava í eini skeet finalu.

Nummar 2 gjørdist Sámal E. Debes, og nummar 3 bleiv Johnny á Túgvu, báðir úr Sunda Byrsufelag.
 
Kappingina vann Tórur Fløtt frammanfyri beiggja sín Jóhann Fløtt.
 
Úrslit:
1. Marius F. Joensen
2. Sámal Eyðstein Debes
3. Johnny á Túgvu
4. Jóannis Joensen
5. Gunnar Sjúrðarson Knudsen
6. Tórur Fløtt
7. Jóhann Fløtt
8. Jógvan Egholm
9. Bárður Poulsen
10. Áslakur Johannesen

Komandi vikuskifti 31. august verður FM í trap. Byrja verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini og finala skotin.

Báðar dagar verður kappast á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

[object Object]
Marius Joensen var eisini besti skeet-skjútti á oyggjaleikunum í Gibraltar í summar (Mynd: Jens Kr. Vang)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder