Oyggjaleikir 2019

Marius Joensen vann sannførandi í skeet

Tórur Fløtt gjørdist nummar fimm – sera vónbrotin.

2019-07-10 12:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á hugtakandi flottu skjótibreytini í Gibraltar eydnaðist tað dugnaliga skjúttanum Mariusi Joensen at vinna enn eitt gullheiðursmerki, tá hann á sannførandi hátt vann einstaklingakappingina í leirdúgvugreinini skeet.

Hann lá á odda allan vegin í finaluni, og hinir kundu ikki hótta føroyska sigurin.

Í hesi kappingini skjóta allir luttakararnir fyrst fimm ferðir 25 skot, og síðan koma teir seks bestu við til finaluumfarið.

Her gjørdist Marius næstbestur meðan makkarin í liðkappingini, Tórur Fløtt gjørdist fimtbestur.

Í finaluni verður fyrst skotið 20 skot, og tann, sum tá liggur aftastur verður tikin út. Síðan verður ein tikin út fyri hvørjar 10 dúgvur.

Í aðru syftu varð Tórur tikin út og fekk sostatt eitt fimta pláss. Ikki tí at hann var ringastur her. Men hann hevði eina vánaliga byrjan, og við tað at tað er samanlagda støðan, sum telur, slapp Tórur ikki at skjóta víðari.

Tá tríggir mans vóru eftir hevði Marius skotið 36 dúgvur, fimm fleiri enn gotlendingurin og sjey fleiri enn álendingurin.

Tá tveir vóru eftir stóð tað 42-38 millum Marius og gotlendingin. Altso skuldi gotlendingurin finna fýra dúgvur inn á Marius í teimum seinastu 10 skotunum. Og tað var sjálvandi vónleyst, tí Marius var tann besti skjúttin í dag.

Í seinastu seriuni raktu báðir sjey dúgvur, og Marius vann sostatt við 49 móti 45.

- Eg fekk eina sera góða byrjan. Tað er sjáldan, at eg raki 10 tær fyrstu dúgvurnar í eini finalu. Tað gjørdi eg í dag, og tann serian legði grundarlagið fyri sigrinum, segði Marius, sum fekk 19 dúgvur av teimum fyrstu 20.

Tórur Fløtt hinvegin fekk bara 12 dúgvur í fyrstu seriuni, og so var ikki so nógv at gera hjá honum.

Fyrr um dagin gramdi hann um nógva hitan, men hann vildi ikki brúka umstøðurnar sum umbering fyri úrslitinum í dag.

- Tað riggaði bara ikki hjá mær í dag, segði hann vónbrotin.  

Sí myndirnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder