Markus Hellisdal verður partur av toyminum á Skála Ítróttarfelag næsta kappingarár.
Í gjár undirskrivaði Skála ÍF sáttmála við Markus Hellisdal. Hetta er ein týðandi partur í fyrireikingum, nú felagið fyrireikar seg at flyta upp í bestu deild komandi kappingarár.
Markus er 21 ára gamal og hevur síni ungdómsár leikað við B36. Seinasta kappingarárið var hann partur av hópinum hjá EB/Streymi. Hann var við í 24 dystum og hevði eina leiktíð á 1549 minuttir í Betri Deildini.
- Vit fegnast um at Markus verður ein partur av felagnum komandi kappingarárið og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, sigur Jóannes A. Prestá, formaður í Skála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald