Fótbóltur

Markus Thorberg nýggjur høvuðsvenjari hjá TB

TB hevur kunngjørt nýggjan venjara.

André Dalfoss, formaður í TB, og nýggi høvuðsvenjarin á besta liðnum, Markus Thorberg (Mynd: TB)

André Dalfoss, formaður í TB, og nýggi høvuðsvenjarin á besta liðnum, Markus Thorberg (Mynd: TB)

2023-11-24 17:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

TB hevur í dag kunngjørt nýggjan høvuðsvenjara. Tað verður Markus Thorberg, sum kom til felagið í ár sum ungdómsvenjari, sum nú fær ábrygdina av besta mansliðnum.

- Skjótt gjørdist greitt at Markus eisini hevði góð evnir sum fótbóltsleikari og ynskti at vera ein partur av Betrideildar liðnum og tað avgerðina hava vit verið sera glað fyri. Markus er skrásettur fyri 25 dystir á besta liðnum hjá TB, sigur felagið.

- Árið í ár hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi og hóast tað endaði við, at vit ryktu niður, so kenni eg meg als ikki lidnan. Eg havi kent meg sera væl móttiknan av felagnum, fólkunum á Tvøroyri og í oynni sum heild. Tá André spurdi meg um áhugi var at bliva venjari á besta liðnum, var tað alt ov gott til at siga nei til, sigur Markus Thorberg.

TB endaði í fjør aftast í deildini við 16 stigum, og spælir næsta kappingarár leygardagsfótbólt í næstbestu deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder