Marokko gjørdist týsdagin fjórða afrikanska landið, sum spældi seg í eina fjórðingsfinalu. Tað var við sigri á Spania í brotssparkskapping, men hóast hetta flotta avrikið, og hóast at eisini Belgia varð koppað í bólkaspælinum, var Portugal greiður favorittur í dagsins dysti.
Portugal vann 6-1 á Sveis týskvøldið, men hesaferð eydnaðist ikki at fáa hol á. Hetta hóast gott spæl til tíðir og millum annað tvær naksar skotroyndir frá Bruno Fernandes. Cristiano Ronaldo kom á vøllin, tá tíggju minuttir vóru spældir í seinna hálvleiki, og hann kom til ein góðan møguleika og legði upp til ein, men eftir at Pepe, ið var komin framvið seinastu minuttirnar, í fríari støðu við aftaru stong stútaði framvið, var veruleiki, at 37-ára gamla legendan helst hevur spælt sín seinasta HM-dyst nakrantíð.
Ronaldo og venjarin, Fernando Santos, eftir síðsta bríksl
En Neysri kom ógvuliga høgt upp frá, og málið gjørdist søguligt og avgerandi
Myndir: EPA
Fyri Marokko gjørdist hetta higartil størsti dagur í fótbóltssøgu landsins, og En Neysri gjørdist størsta einstaka hetjan, tí hann var meira ágangandi og klókari enn Ruben Dias og Alves í støðuni stutt fyri hálvleik - løtu seinni kundi brotsspark verið dømt, tá Bruno fór umkoll. Ongantíð áður hevur eitt afrikanskt lið spælt seg í eina hálvfinalu í einum HM-endaspælið, og til hetta hevur kravt eitt risa savnað avrik. Vælskipaða liðið vísir til tíðir heilt góðar taktir við bóltinum, men er serliga eyðkent við, at tað hevur latið eitt mál inn í endaspælinum - tað var móti Kanada, og talan var um sjálvmál. Bono stendur ógvuliga væl í málinum og allir frammanfyri arbeiða gróthart og saman.
Liðformaðurin og stýrimaðurin í miðvejrini, Romain Saiss, noyddist út við skaða, og teir hjá Marokko hava nýtt eina rúgvu av megi, men Regragui hevur víst taktiskt hegni, og liðið hevur ein øðiligan stuðul í Katar. Næsta uppgáva hjá søguligu norðurafrikanarunum, sum í hesari vikuni hava sent evropeisku nábúgvarnar fyri norðan frá iberisku hálvoynni út, verður Frakland ella Ongland. Hesi stóru evropeisku liðini spæla seinastu fjórðingsfinaluna í kvøld.
Marokanskur fagnaður í Katar og í heimlandinum (Mynd: EPA)
HM-fjórðingsfinalur
Í dag, Leygardagin 10.12:
Marokko - Portugal 1-0 (1-0)
42' Youssef En Nesyri
19.00: Ongland - Frakland
Í gjár, fríggjadagin 09.12:
Niðurlond - Argentina 5-6 eftir brotssparkskapping (2-2 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
Kroatia - Brasil 5-3 eftir brotssparkskapping (0-0 eftir vanliga leiktíð, 1-1 eftir longda leiktíð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald