2019-01-14 20:00
Ein av størstu tónleikaframførðslunum hvørt ár, er hon í hálvleikinum í Super Bowl. Fleiri milliónir fólk hyggja eftir framførðsluni, og fyri fleiri er tað eisini hæddarpunktið við Super Bowl.
Síðani september hava leysasøgur gingið um at tónleikabólkurin Maroon 5 skal framføra. Nú hevur NFL kunngjørt, at tónleikabólkurin skal á pallin saman við rapparunum Travis Scott og Big Boi.
Hvørji lið spæla í Super Bowl er enn ikki avgjørt. Liðini, sum enn eru við í kappingini um at koma í finaluna eru Kansas City Chiefs, Los Angeles Rams, New England Patriots og New Orleans Saints.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald