2026-01-16 16:52
Føroyski landsliðsleikakrin, Martin Agnarsson, heldur fram í danska felagnum Aarhus Fremad til summarið 2027.
Tað gjørdist veruleiki í dag, tá danska felagið hevur longt við føroyska vongin.
- Eg havi valt at leingja, tí Fremad er eitt gott felag og eg havi tað gott her. Tað hevur eisini gingið væl hjá mær. Havi fingið nógv málstig og nógv álit frá venjaranum, sigur Martin Agnarsson við heimasíðuna hjá felagnum.
Martin Agnarsson kom til Aarhus Fremad í 2024 frá Viborg FF. Fremad Aarhus spælir í næstbestu donsku deildini. Nú danska kappingin hevur vetrarstøðg, liggur Aarbus Fremad nummar 9 av 12 liðum við 20 stigum fyri 18 dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald