Fótbóltur

Martin spældi fyrstu minuttirnar fyri Mjällby í málleysari føroyingauppgerð

Áki Samuelsen spældi allan dystin og skapti fleiri góðar málmøguleikar., meðan Martin Agnarsson og Mattias Hellisdal komu inn í Allsvenskan-dystinum. Næsta uppgáva hjá Mjällby er Champions League týskvøldið.

Føroyingarnir saman eftir dystin, sum endaði 0-0

Føroyingarnir saman eftir dystin, sum endaði 0-0

2026-07-18 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyingar vóru í sama dysti í bestu svensku deildini fríggjakvøldið.

Mjällby tók ímóti Västerås, og tað endaði við málleysum javnleiki.

Meistararnir úr Mjällby høvdu fleiri málmøguleikar í dystinum móti uppflytarunum.

Sum hæddarpunktini vísa niðanfyri, skapti Áki Samuelsen minst tríggjar góðar málmøguleikar við skotum. Millum annað fríspark og naskari roynd móti endanum, har tað júst ikki eydnaðist føroyska vonginum at javna.

Hæddarpunktini síggjast her:

Áki Samuelsen spældi allan dystin, og eftir 65 minuttir kom Martin Agnarsson inn. Hetta var fyrstu ferð, at føroyski landsliðsvongverjin spældi fyri Mjällby, eftir at felagið keypti hann úr Aarhus Fremad.

Í 82. minutti kom Mattias Hellisdal á vøllin. U21-landsliðsmiðvallarin hevur fingið spælitíð í flestu av seinastu dystunum hjá Västerås, sum hevur góða gongd. Mattias hevur flutt upp við í fjør.

[object Object]
Áki Samuelsen, uppvaksin í HB, saman við Mattiasi Hellisdal og Martini Agnarssin, ið eru uppvaksir í B36, eftir dystin í góðveðrinum 

Næsta uppgáva hjá Áka, Martini og teimum í Mjällby verður søgulig: Heimadysturin týsdagin 21. juli móti Lincon Red Imps av Gibraltar verður fyrsti Champions League-dystur felagsins.

Fríggjadagin spæla Mattias Hellisdal og Västerås aftur í Allsvenskan: Á heimavølli móti Örgryte.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder