30 ára gamli týski fótbóltsspælarin, Mats Hummels, gerst nú aftur Dortmund-leikari.
Fyri trimum árum síðan skifti hann frá Dortmund til suðurtýska stórfelagið Bayern München, men nú vendir verjuleikarin nøsina hinvegin aftur, boða feløgini frá.
Mats Hummels er upprunaliga Bayern München-leikari, spældi har sum ungdómsleikari, og varð fyrst leigaður og síðan keyptur av Dortmund í 2008.
Hummels spældi tilsamans 118 dystir fyri Bayern hesi trý árini, seinastu tíðina við kroatanum Niko Kovac sum venjari, hevur ikki altíð verið pláss fyri Hummels í verjuni.
Hummels er skrásettur fyri 70 dystir á týska landsliðnum og gjørdist heimsmeistari við Týsklandi í 2014. Men fyrr í ár boðaði týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw frá, at Hummels er ein teirra, ið ikki skulu rokna við at fáa landsliðsboð frameftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald