Danin Matthias Præst Nielsen spælir komandi ár í reyðum og svørtum. Avtala er gjørd við AB um at vit keypa 22-ára gamla danan leysan úr sáttmálanum.Keypsupphæddin verður ikki upplýst.
Matthias er miðvallari, og hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle. Í 2018 skifti hann til AC Horsens, har hann eisini fekk sínar fyrstu minuttir í Superliguni. Síðani spældi hann nøkur ár í Middelfart, áðrenn hann í summar skifti til AB. Hann var eyðsýndur á AB-liðnum, sum við einum frálíkum endaspurti bjargaði sær plássið í Betri deildini, millum annað við einum 2-1 sigri á HB á Argjum.
– Eg eri ógvuliga glaður fyri tíðina í AB, men tað kemst ikki uttanum, at HB er eitt størri felag. Og fótbóltur, sum HB spælir, hóskar sera væl til mín. Tá tað kemur til stykkis, haldi eg at vit hóska væl saman, sigur Matthias Præst Nielsen við heimasíðuna hjá HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald