Fótbóltur

Mattias aftur á vøllinum - Adrian legði upp

Fredericia vann 4-1. Hillerød vann 2-0 á Horsens og tryggjaði sær harvið ovasta plássi í niðara bólkinum og 500.000 krónur.

Mattias Lamhauge fór av vølli við skaða fyri 20 døgum síðani, men nú er økslin í so mikið góðum standi, har landsliðsmálverjin kann spæla aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mattias Lamhauge fór av vølli við skaða fyri 20 døgum síðani, men nú er økslin í so mikið góðum standi, har landsliðsmálverjin kann spæla aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-25 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um eitt gott føroyskt kvøld í næstbestu donsku mansdeildini í gjár.

Mattias Lamhauge gjørdist skaddur í dysti fyri tjúgu døgum síðani. Málverjin meiddi sær økslina í samband við eitt mál og spældi ikki tveir teir næstu dystirnar vegna skaða.

Tíbetur er hann komin fyri seg, og í gjár var Mattias aftur á vølli, tá Fredericia vann 4-1 í Hjørring. Nú eitt umfar er eftir, kappast liðið um 3. plássið í næstbestu deildini.

Hillerød er í "niðurflytingarbólkinum". Plássið í deildini hevur tó ongantíð verið í vanda og við 2-0 sigrinum á Horsens í gjárkvøldið, tryggjaði Hillerød sær 7. plássið. Tað er ovasta plássi í niðara bólkinum. Umframt heiðurin, fær liðið 500.000 krónur orsakað av hesum.

Hetta kemur væl við hjá norðursælendska felagnum, sum nú fer til at vera hálvtíðar-yrkisfelag. Fyri tíggju árum síðani var liðið í Sjællandserien - tríggjar deildir lægri enn 1. Division - og í 2012/2013 spældi Hillerød Fodbold heilt niðri í Serie 2. Tað er ein deild lægri, enn til dømis ÍF Føroyar er nú.

[object Object]
Adrian Justinussen legði upp til mál fyri Hillerød í gjár 

Menningin hevur verið eyðsæð, og Sebastian Pingel hevur átt stóran leiklut í ár sum toppskjútti og fastur stríðsfúsur áleypari. Adrian Rúnason Justinussen hevur eisini gjørt stóran mun í 2. hálvu. Føroyski vongurin skoraði sjey mál í fyrstu fimm dystunum eftir skifti til HB. Síðani fyrst í apríl hevur Adrian ikki skorað, men hann hevur spælt væl í fleiri dystum og eisini lagt upp til mál - í gjárkvøldið átti Adrian Justinussen næstseinasta fót á 1-0 málinum.

Seinasta umfar í næstbestu donsku deildini verður spælt næsta vikuskifti. Adrian og Mattias skulu eftir hetta allarhelst við A-landsliðnum til Baltic Cup.

Sí eisini: Landsliðsúttøka mánadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder