Hann hevur spælt 11 almennar dystir síðani skifti frá B36 í vetur, og higartil hevur Mattias Lamhauge fyri tað mesta víst seg væl fram í Fredericia.
Havnarmaðurin hevur verið á vikuliðnum fyri næstbestu donsku deildina nakrar ferðir, og nú mánaðarliðið fyri apríl er sett, er Mattias málverjin.
Skíggamynd - 1. Division
Góður heiður til 24-ára gamla føroyska landslðsmálverjan, sum var við til at vinna fýra dystir í apríl. Mattias Lamhauge stóð millum annað heilt væl móti AaB seinast.
Í steypakappingini helt hann málið reint í seinnu hálvfinaluni ímóti Silkeborg úr Superliguni.
Nú klokkan 17 spæla Mattias og Fredericia móti oddaliðnum í NordicBet-deildinu Sønderjyske. Dysturin sæst á TV3 Sport og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald