Í vikuni varð greitt, at Mattias Lamhauge var á mánaðarliðnum í næstbestu deildini í Danmark. Byrjanin í Fredericia hevur góð, men hetta fekk eitt slag av skoti fyri bógvin í gjárkvøldið.
Mattias stóð annars væl størsta partin av dystinum móti oddaliðnum Sønderjyske. Tað var 1-1 í 83. minutti, tá havnarmaðurin kastaði seg fyri einum skoti. Mattias Lamhauge helt ikki skotinum, og tað sá heilt løgið út, tá hann skuldi fara eftir bóltinim aftur.
- Kendist sum um økslin hoppaði úr og uppá pláss aftur. Tá eg kom niður føldi eg eitt sindur til okkurt. So royndi eg at koma upp aftur eftir bóltinum; tá føldi eg at økslin bara glapp, sigur Mattias sjálvur við Portalin í dag.
Søren Andreasen kundi seta bóltin í tóma málið, meðan Mattias legði seg niður aftur við stórari pínu. Hjálp varð boðsend, og 24-ára gamli føroyski málverjin gekk av vølli og helt fyri økslina.
Fyrrverandi TB-málverjin Frederik Mehder kom inn ístaðin - Sønderjyske staðfesti uppflytingina við 2-1 sigrinum.
Fredericia er nummar trý og spælir afturum um níggju dagar. Spurningurin er, nær Mattias er tøkur aftur.
- Eg havi pínu. Skal til ultraljóð kanning seinni, og so fáa vit at síggja hvussu støðan í økslini er, sigur Mattias Lamhauge við Portalin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald