Fótbóltur

Mattias Lamhauge fekk góða byrjan í landskappingini

Landsliðsmálverjin helt málið hjá Fredericia reint í Hobro í dag, tá útiliðið vann 2-0. Føroyingafelagið liggur nú á 3. plássi í næstbestu donsku deildini.

Hobro fekk brotsspark, men skotið endaði á stongini. Mattias hevði nakrar bjargingar í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hobro fekk brotsspark, men skotið endaði á stongini. Mattias hevði nakrar bjargingar í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-25 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyritreytirnar fyri at halda málið reint sóu ikki so gott út, tá Hobro fekk brotsspark longu eftir tveir minuttir. Mads Freundlich skuldi fáa bóltin framvið Mattiasi Lamhauge, og føroyski landsliðsmálverjin hevur møguliga órógvað unga skjúttan hjá heimaliðnum væl.

Freundlich skeyt í øllum førum á stongina, Mattias bjargaði restina av skotunum, sum komu innanfyri stengurnar á handara mál í dystinum, og FC Fredericia vann 2-0.

Útiliðið skoraði stórar fimm minuttir fyri steðgin og fimm minuttir eftir steðgin. Harvið trý góð stig til Fredericia sum nú er á 3. plássi í Nordicbet deildini við 33 stigum.

Hetta var fyrsti almenni dysturin hjá Mattiasi Lamhauge í donskum fótbólti, og talan var um eina góða byrjan hjá málverjanum.

[object Object]
Mattias Lamhauge er ein teimum nýggju í jútska felagnum, sum liggur væl fyri í Nordicbet deildini (Mynd: FC Fredericia)

Hann fór út við skaða í fyrra hálvleiki í landsdystinum í Albania í november. Tíbetur var standurin í knænum ikki so ringur, og 24-ára gamli havnarmaðurin hevur spælt tveir venjingardystir fyrr í februar mánaði. Har eydnaðist eisini at halda málið reint móti HamKam úr bestu norsku deildini.

Næsta uppgávan hjá Mattiasi og Fredricia er heimadystur móti Aab fríggjakvøldið. Liðið úr Aalborg er á 2. plássi.

Sí eisini: Video: Adrian skoraði hegnisliga í Hjørring

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder