Fótbóltur

Video: Adrian skoraði hegnisliga í Hjørring

Tey átta máliini í dystinum Vendsyssel - Hillerød í gjárkvøldið síggjast her. Føroyingur gjørdi bart, og Sebastian Pingel tryggjaði Hillerød javnleik.

Skíggjamynd: TV3 Sport

Skíggjamynd: TV3 Sport

2024-02-24 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hæddarpunktini frá dramatiska dystinum síggjast á TV3sport.dk

Hann hevur skorað mál í venjingardystum í vetur, men í gjár taldi tað veruliga, tá Adrian Rúnason Justinussen skoraði fyri Hillerød. 

25-ára gamli gøtumaðurin, ið búði og spældi í Havn í tíggju ár, skifti til Hillerød fyri stuttum. Tíðliga í 2. hálvleiki í Hjørring skoraði vinstri vongurin eitt mál, ið hevði nøkur av hansara sereyðkennum.

Talan var um kontraálop. Adrian var í nærum fullari ferð, tá hann fekk tvøralvering frá Sebastian Pingel. Føroyingurin tók síðani nakað av ferð av á keðiliga undirlagnum, og síðani rak Adrian inneftir og sett harvið seinasta verjuspælarin. Hareftir nýtti nummar 17 hjá Hillerød sín góða sparkiteknikk, umframt sítt snildni og yvirblikk.

Beint uttanfyri brotsteigin nærum legði Adrian Justinussen bóltin róliga niður í vinstra málhorn, ið var opið, við sínum góða høgra beini. Málverjin var fangaður á skeivum beini, og so kundu teir í svørtum og appelsingulum fegnast.

Málið hjá Adriani var til 2-3, men heimaliðið vendi í til 4-3. Í 95. minutti sló Sebastian Pingel tó til við aftaru stong við sínum 9. máli í 1. Division. Harvið tryggjaði fyrrverandi B36- og HB áleyparin Hillerød Fodbold eitt stig í fyrsta umfarinum eftir vetrarsteðgin.

[object Object]Góð byrjan í kappingardysti hjá Adrian Justinussen, ið spældi 75 minuttir. - Beint uttanfyri brotsteigin nærum legði Adrian Justinussen bóltin róliga niður í vinstra málhorn, ið var opið, við sínum góða høgra beini. Málverjin var fangaður á skeivum beini, og so kundu teir í svørtum og appelsingulum fegnast (Mynd: Hillerød Fodbold)

Les meira her: Adrian skoraði í sínum fyrsta almenna dysti í Danmark

Til ber at síggja øll málini frá dystinum millum Vendsyssel og Hillerød HER. Málið hjá Adriani (nr.17) sæst frá 2.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder