Fredericia fer at vera ov stutt til eina uppflyting til Superliguna, men felagið liggur á 3. plássið í næstbestu donsku deildini, og í gjár sigraði Fredericia á AaB.
Liðið er á veg upp aftur í Superliguna saman við Sønderjyske, men í gjár fór AaB aftur til Aalbrgd við tapi og ikki einum Superliga-plássið. Fredericia skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki: Fyrst eftir hornaspark og síðani við frálíkum máli beint fyri steðgin.
til ber at síggja málini á tv3sport.dk
Stutt eftir steðgin minkaði AaB um munin. Mattias Lamhauge bjargaði annars væl í fyrstu syftu, men á flottan hátt fekk Oliver Ross returbóltin beindan í málið.
Mattias hevði tó nakrar aðrar bjargingar og fær eisini góð skoðsmál fyri hendan dystin. Millum annað var hann stinnur í ein-ímóti-einum støðu til endans, tá AaB burdi javnað.
2-1, 3 stig og hósdagin er oddaliðið Sønderjyske á skránni. Mattias og Fredericia hava fimm dystir eftir í NordicBet-deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald